Kvívíkar kommuna: 9. januar vóru 25 ár, síðan Magnus Svarthamar varð settur í starv hjá Kvívíkar kommunu.
Magnus hevur verið partur av arbeiðstoyminum hjá kommuni øll árini. Eftir 25 ár í hesum starvi, hevur Magnus eina stóra vitan á nærum øllum kommunalum viðurskiftum.
Frá 2008 – 2012 varð Magnus eisini í bygdaráðunum. Í mai 2022 varð Magnus settur sum arbeiðsformaður hjá kommununi.
Dagurin er hátíðarhildin í dag við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familju á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Magnusi blómur og eina gávu.
Kvívíkar kommuna ynskir Magnus hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo