Nes kommuna: Marita Dalsgaard, skúlastjóri, og Sonja Tausen, flokslærari, tóku ímóti børnunum og foreldrum.
Í dag eru børnini, sum byrja í 1. flokk í Tofta skúla, ikki so ókend við skúlan sum tey vóru áður. Eitt tætt og gott samstarv er ídag millum barnagarðin á Svangaskarði og Tofta skúla, sum gongur út uppá at gera børnini klár til at byrja í 1. flokki.
Námsfrøðingar og flokslærari arbeiða í felag við at gera tey skúlaklár eftir einari ávísari læriætlan,og í tí sambandinum vitjar lærarin javnan á barnagarðinum eins og børnini saman við námsfrøðinginum vitja á skúlanum.
Niðanfyri er leinkja til heimasíðuna hjá Tofta skúla, har fleiri myndir frá innskrivingini kunnu síggjast.
trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo