Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mynd: Rannvá Egholm

Mynd: Rannvá Egholm

Mynd: Rannvá Egholm

Skúlablaðið: Í farnu viku var upprit handað Mentamálaráðnum, har gjørt var upp, hvussu verkætlanin Lopfjølin hevur roynst, og hvat skal til fyri at gera tilboðið enn betri.

Skúlatilboðið Lopfjølin í Tórshavnar Kommunu er staðsett í virkishúsinum fyri børn og ung, Margarinfabrikkini, og hevur virkað í útvið 6 ár. Hetta er eitt styttri ella longri skúlatilboð fyri næmingar í skúlunum í Tórshavnar Kommunu, ið hava skúlaaftran. Tað vil siga, at tey av persónligum, sosialum ella sálarfrøðingum orsøkum ikki megna at ganga í skúla, hóast tey í mongum førum vilja.

Tilboðið hevur í dag umstøður, orku og yrkisføri at kunna taka ímóti uml. 8 næmingum. Hesi 6 árini hava 22 næmingar brúkt tilboðið meira og minni. Endamálið er at arbeiða fyri, at næmingarnir kunna nema sær 9. floks prógv og eisini at kunna megna at koma aftur í upprunaflokkin.

Sum tað kemur fram í uppritinum, har bæði næmingar og foreldur koma til orðanna, hevur Lopfjølin havt týðandi týdning fyri tey ungu, ið hava tikið av tilboðnum.

Tey flestu eru í framhaldsdeildini, tá tey søkja um at koma inn á Lopfjølina. Tað hevur verið nógv umrøtt viðvíkjandi aldrinum, at tá tey koma so seint inn á Lopfjølina, tá verða líkindini fyri at koma aftur í upprunaskúlan tess minni. Í yvirlitinum her er miðalaldurin 14,2 ár.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo