Í dag eru 22 ár liðin, síðan OB vann 2-0 á útivølli ímóti Real Madrid í 3. umfari av Uefa Cup - eitt úrslit, sum mong meta vera tað størsta í danskari fótbóltssøgu.
OB hevði vunnið á Linfield og FC Kaiserslautern á vegnum fram ímóti 3. umfari av kappingini, har felagið skuldi møta spanska stórfelagnum við m.ø. Michael Laudrup á liðnum.
Fyrsti dysturin varð leiktur í Odense, og har vann Real 3-2. Sostatt skuldi OB vinna í spanska høvuðsstaðnum fyri at koma víðari - hvat ið fólk flest vóru vís í, at teir ikki fóru at gera.
Men tað gjørdu teir.
Lars Høgh spældi ein branddyst í danska málinum, og tá einir 20 minuttir vóru eftir at leika av dystinum, legði Ulrik Pedersen OB á odda 1-0.
1-0 var ikki nóg mikið til at vinna seg víðari til næsta umfar, og tá menn vóru farnir í gongd við yvirtíðina, var Real á veg víðari til 4. umfar.
Men í 92. minutti skjeyt Morten Bisgaard bóltin í kassan til 2-0, so at OB kom sensationelt víðari við 4-3 samanlagt.
Í fjórðingsfinaluni tapti OB 0-1 samanlagt ímóti italienska Parma. Men tað tók tó einki frá undurinum í Madrid.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo