Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Visit Kalsoy: Ferðafólk og akfør sjóvegis á Kalsoyarleiðini og ferðafólk við bussi á Kalsoynni hjá SSL.

Samansett tøl av heimasíðuni hjá Strandferðsluni fyri alt árið 2023:

##med2##

Samanumtikið vísa tølini higartil í ár, at ferðandi við SAM og bussum er munandi hægri, meðan bilatalið eisini økist. Vert er at leggja til merkis jaligu gongdina, at næstan 3. hvør ferðandi nýtir bussleiðina. Og tá havi vit ikki hagtøl fyri privatu bussarnir.

Fokus á Føroyar, sum KÍ í europeiskum fótbólti, og uttøkan hjá landsliðnum í europeiskum hondbólti skaptu og ófriður og ótryggleiki sunnanfyri, fara uttan iva at fáa enn fleiri ferðafólk hendanvegin. 

Møguliga fara vit eisini at síggju fleiri amerikanar, tí Atlantic Airways flýgir beinleiðis til New York, og Icelandair fer at flúgva fleiri ferðir um vikuna til Føroyar. Tað kann eisini viðføra, at ferðandi úr Europa fara at brúka Føroyar sum millumstøð til Ìslands - og at amerikanarar fara at koma til Føroyar umvegis Ísland.

Vit hava biðið um innlit frá Klaksvíkar Kommunu um seinasta uppskot til ferðafólkahús á Syðradali, sum Kanjon vegna LV skal byggja:

##med3##

Sí pdf við nærri upplýsingum um ætlaða ferðafólkahúsið.

Niðanfyri vísa vit onnur samansett hagtøl frá SSL á øðrum líknandi leiðum og Vága Floghavn fyri samlaða 2023:

##med4##

Her síggja vit, at talið á vitjandi á Mikinesarleiðin er vaksandi aftur, at vitjandi á Fugloyarleiðini fækkaðu, meðan ferðafólkatalið um flogvøllin er vaksandi. Lat tað verða nevnt, at ongin sigling er á Mikinesarleiðini um veturin - og í fleiri dagar er ongin sigling vegna brim.

Vit nýta høvið at takka fyri farna árið - og vóna, at SSL kann dagføra siglingina á Kalsoyarleiðini eftir dagsins tørvi við at sigla oftari í dagtímunum yvir alla vikuna, nú bæði SAM og Ternan/Teistin eru tøkir hjá SSL. Somuleiðis vóna vit, at bussleiðin á Kalsoynni verður betur tillagað tørvin, so ferðafólk kunnu líta á, at tey koma runt í oynni og uppliva eina jaliga vitjan. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo