Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fiskaaling: Fiskaaling hevur síðani 2018 kannað hvussu nógvur kúlulaksur er í føroyskum firðum og áum. Kanningarnar byrjaðu eftir at tað í 2017 frættist, at sílaveiðufólk høvdu fingið fimm kúlulaksar í Føroyum. Tað vakti ans, tí at fráboðanir um kúlulaks høvdu einans verið hendingaferðir áður, og hetta var tað mesta man visti um var fingið innan fyri eitt so stutt tíðarskeið.

Hóast lýsingarátøk, um at boða frá kúlulaksi, hava verið síðani 2018, hava tað einans verið fráboðanir í 2017, 2019, 2021. At mest er til av fiskaslagnum ólíka ár, er í trá við tað, ið tey skráseta í londum kring okkum. Kúlulaksurin verður kynsbúgvin aftaná tvey ár, og doyr stutt aftaná gýting. Stutta lívsringrásin hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: ein, ið gýtir líka ár, og ein, ið gýtir ólíka ár. Tað er stovnurin, sum gýtir ólíka ár, ið hevur verið at síggja um okkara leiðir ólíka ár síðani 2017. At talið av kúlulaksi í Føroyum ikki er økt stórvegis frá 2017 til 2021, kann vera tekin um, at kúlulaksurin ikki hevur fingið ein sjálvstøðugan stovn í Føroyum enn, men er komin uttanífrá.

Í Norra vænta tey methøgar nøgdir av kúlulaksi í 2023. Norskir granskarar stúra fyri, at ov nógvur kúlulaksur í áunum, kann ávirka djóralívið á staðnum, tí at tá kúlulaksurin hevur gýtt, doyr hann og liggur síðani og rotnar. Tey hava valt at binda um heilan fingur, og hava sett átøk í verk fyri at basa tí stóru innrásini. Higartil eru fleiri enn 64.000 kúlulaksar tiknir úr norskum áum[1].

Samanborið við Norra kemur kúlulaksurin í Føroyum lutfalsliga seint inn undir land. Fyrstu fráboðanirnar um kúlulaks í Føroyum undanfarin ár hava verið síðst í juli ella fyrst í august.

Fiskaaling fylgir gongdini í Føroyum og øll, ið hava fingið kúlulaks, ella sum hava viðkomandi upplýsingar, eru vælkomin at venda sær til Kirstin Eliasen, granskara, á kirstin@fiskaaling.fo ella á tlf. 774703.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo