Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nýggja kappingarstøðan hevði neiliga ávirkan á raksturin hjá Atlantic Airways í 2017 – m.a. orsakað av lægri ferðaseðlaprísum í rutuflúgvingini. Tó høvdu økt leiguflúgving og søla av seinasta RJ-flogfarinum jaliga ávirkan á ársúrslitið. Tað kom fram á ársaðalfundinum hjá flogfelagnum í dag.

Atlantic Airways hevði 3,3 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2017, ið eru 24,7 milliónir krónur lægri enn í 2016, tá ið avlopið eftir skatt var 28,0 milliónir krónur. Inntøkurnar tilsamans lækkaðu úr 524 milliónum krónum í 2016 niður í 515 milliónir krónur í 2017.

280.000 ferðafólk flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í 2017, ið er eitt prosentstig lægri enn í 2016. Ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn øktist 17 prosent í 2017.

- Atlantic Airways setir Føroyar og føroyingar fremst dag og nátt. Tað gleðir meg, at hóast harða kapping hava føroyingar og útlendingar tikið so væl undir við felagnum og farleiðum okkara, og at felagið hóast stórar broytingar í lønseminum megnaði at fáa rakstrar- og gjaldførisavlop í 2017, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

Gjaldførið var 139 milliónir krónur við árslok 2017, og tað eru níggju milliónir krónur hægri sammett við ársbyrjan, tá felagið hevði 130 milliónir krónur í tøkum peningi.

Nevndin fegnast eisini um, at stundvísið við fráferðir alsamt batnar. Í 2017 var flogið rættstundis í 87 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Talan er um eina øking á eitt prosentstig sammett við 2016. Samanumtikið hevur íløgan hjá flogfelagnum í tøknifrøðina RNP AR 0,1 havt við sær, at stundvísið er batnað 12 prosentstig seinastu fýra árini.

Atlantic Airways virkar áhaldandi fyri neyðugum broytingum, ið tæna kundunum og felagnum á skilagóðan hátt, og felagið heldur fram eftir hesum leisti í 2018.

Atlantic Airways leggur stóran dent á at menna føroysku ferðavinnuna bæði innan- og uttanlands. Ábendingar eru um, at føroyska ferðavinnan komandi árini fer at vaksa enn meira. Væntandi gistingarmøguleikar eru tó ein fløskuhálsur fyri menning av bæði føroyskari flogferðslu og ferðavinnu. Tí eru Atlantic Airways og LÍV farin í gongd við nýggja hotellverkætlan í Havn. Nýtt hotell við umleið 130 kømrum, verður bygt og tikið í nýtslu fyrra hálvár 2020.

Útboðið  av flogsetrum hevur ongantíð verið størri enn nú, og tað hækkar nakað aftrat, tá ið Atlantic Airways á vári 2019 fær eitt nýtt Airbus A320neo flogfar í flotan. Flogfarið, ið hevur 174 setur, hevur lægri oljunýtslu og lægri CO2 útlát enn verandi Airbus flogfør. Rutunetið er seinnu árini víðkað til at fevna um beinleiðis fráferðir úr Vágum til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh, Barcelona, Mallorca, Lissabon, Malta og Gran Canaria.

- Við nýggjum flogfari og nýggjum hotelli eru vit til reiðar at taka við avbjóðingum, sum liggja fyri framman, har eitt týðandi endamál er at menna Atlantic Airways og føroysku ferðavinnuna enn meira. Samstundis leggja vit dent á altíð at veita kundum okkara eina góða og heimliga tænastu, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.                  

Nevndin í Atlantic Airways fegnast samanumtikið um áttanda árið á rað við avlopi og um stóra arbeiðið, sum leiðsla og starvsfólk hvønn einasta dag greiða úr hondum fyri at veita eina góða tænastu.

Øll nevndin var afturvald á aðalfundinum í dag, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo