Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Bragdið: Tað var ein góður dagur, hósdagurin tann 21. december, tá Sandoyartunnilin lat upp. Dagurin, tá vit saman við næstan 2000 fólkum kundu renna ella ganga av Gomlurætt til Sands.

Tað skuldi fyrireikast væl. Vit settu okkum í samband við Teit Samuelsen og bóðu B71 við á fund. Eingin av okkum vistu, hvussu nógv høvdu tíð og hug at melda til, tí hetta var beint undan jólum og ein púra vanligan fyrrapart kl. 11! Tá vit so nærkast "deadline" vóru á leið 2000 fólk á listanum. So púrasta óvæntað av okkum øllum.

Fyri at sleppa undan ferðsluruðuleika, leigaðu vit bussar, sum koyrdu frá Tórsbreyt til Gomlurætt og heim aftur, aftaná renningina. Eisini koyrdi bussur millum Sand og Gomlurætt. Og væl var tikið undir við busstúrunum, tí tað koyrdu 9 bussar til Gomlurætt, 2 bussar av Sandi til Gomlurætt og 11 bussar av Sandi til Tórsbreyt :)

Teinurin í tunnlinum er 10,8 km við undan- og mótbrekku og tað kann tykjast tungt hjá teimum, sum ikki eru von at ganga. Eisini tað, at ganga í einum tunnli tykist løgið, ljóð, ljós og luftin og av tí sama vóru tað eisini fleiri, sum antin máttu geva upp ella fingu onkran skaða. Tíbetur vóru samarittar í tunnlinum og kundu hjálpa og tey høvdu úr at gera. Umráðandi var at trygdin var í lagi og at tunnilin var tómur kl. 13.30 og tí heintaði bussur tey, sum ikki náddu á mál.

Sigast má til stórt rós hjá øllum tykkum, sum luttóku, at tit vóru óluksáliga tolin aftaná renni- ella gongutúrin. Vit sótu sum sild í tunnu, einki grenj um at tað tók langa tíð, bara góður hýrur og prát. Og tá dyrnar vóru latnar upp til høllina, og lagkøkur og annað gott var at fáa, ja, so gjørdist lagið enn betri.

Takk fyri ein góðan dag! Takk fyri samstarvið B71, Teitur, Súsanna, MB Bussar og samarittarnir hjá Reyða Krossi. Og øll hini, sum hjálptu til á degnum.

Myndir eru á Facebooksíðuni "Ítróttarfelagið Bragdið"

Tit, sum keyptu blusurnar áðrenn 5.december og sum ikki hava fingið tær enn, skrivið vinarligast til bragdid@bragdid.fo og so finna vit eina loysn.

Gleðilig jól

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo