FSF: Tað verður ein nýggj og spennandi mótstøðu, ið føroyska U17-landsliðið við dreingjum skal royna seg ímóti, tá liðið fer til Otepaa í Estlandi frá 24. apríl til 1. mai, har UEFA menningarkapping verður á skránni hesar dagarnar.
Umframt Føroyar og vertslandið, verða Kasakstan og Ný Kaledónia, sum er ein oyggj, ið liggur eystanfyri Avstralia, við í kappingini.
Eyðun Klakstein er venjari hjá U17-dreingjunum, og hann hevur nú úttikið 20 spælarar til kappingina í Estlandi.
Hópurin
Sámal á Steig, 07 Vestur
Pætur Akselsen, 07 Vestur
Jónas Prior, 07 Vestur
Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
Mattias J. Hellisdal, B36
Bartal Páll Klein, B36
Finnur Johannesen, B36
Silas Larsen, EB/Streymur
Pætur Róason, HB
Andrass Henriksen, HB
Jónas Samuelsen, HB
Djóni Samuelsen, HB
Baldur Niclasen, HB
Thomas Bjørn Miezan, HB
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Aron Benjaminse, Skála
Markus Isaksen, Skála
Torkil Holm, TB
Føroyar leggja fyri týsdagin 26. apríl ímóti Estlandi, 28. apríl verður spælt móti Ný Kaledónia, og seinasti dysturin verður sunnudagin 1. mai, tá mótstøðuliðið er Kasakstan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo