Ein 37 ára gamal maður hevur fingið 20 ár handan rimarnar fyri at brúka harðskap og piparspray ímóti politinum og seta lív teirra í vanda tá viðhaldsfólk hjá Donald Trump lupu á kongressbygningin í Washington í januar 2021.
Hetta er næstlongsta fongsulsrevsing sum nakar hevur fingið fyri hendingarnar, sum eisini kravdu fleiri mannalív.
Yvir 900 fólk hava nú fingið dóm fyri hendingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo