Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Flaggdagin og út á mánamorgunin verða Oscarvirðislønirnar handaðar. Filmsfelagið fer tí at vísa tveir filmar, sum í seks førum eru í uppskoti at vinna hesa heimsins kendastu filmsvirðisløn, millum annað fyri besta film.

Longu mikudagin í morgin, vísur Filmsfelagið Judas and the Black Messiah, sum er sterka søgan um FBI og svørtu borgararættindarørsluna, sum byggir á veruligar hendingar í Illinois, tá hin vinstrasinnaði aktivisturin og Black Panthers leiðarin, Fred Hampon, varð myrdur í 1969.

Seinni Oscarsfilmurin í Filmsfelagnum er Minari, sum er um eina koreanska familju, ið roynir at fóta sær í nýggja landinum, USA. Hann verður sýndur mikudagin 5. mai.

Filmsfelagið hevur eisini eydnast at fáa í lag samstarv við filmsavnið í Danska Filmstovninum, so eldri hevdvunnir filmsklassikarar kunnu vísast í Føroyum. Út á heystið verður nærri at hoyra um hvørjar klassiskar filmar Filmsfelagið tá fer at vísa.

Sýningar hjá Filmsfelagnum eru í Havnar Bio, har bilettsøla er við skivuna og á netinum. Allar sýningar hjá Filmsfelagnum eru almennar. Tíggju krónur av hvørjari seldari bilett fara í filmsgrunnin “Ársins andøvsfiskur”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo