Spurs var í stórum trupulleikum, men megnaði at bjarga einum stigi í hús við málum frá Harry Kane og Pierre-Emile Højbjerg í ávikavist 65. og 71. minutti.
Fyri Brentford komu Vitaly Janelt og Ivan Toney á máltalvuna í ávikavist 15. og 54. minutti.
Við tí eina stiginum í dag hevur Tottenham nú 30 stig á 4. plássinum, meðan Brentford hevur 20 stig á 9. plássinum.
Bæði Tottenham og Brentford hava leikt 16 dystir hvør, meðan øll hini liðini í Premier League enn bert hava leikt 14 og 15 dystir hvør.
Skráin fyri restina av umfarinum er hendan:
Southampton-Brighton, klokkan 15.00
Leicester-Newcastle, klokkan 15.00
Everton-Wolverhampton, klokkan 15.00
Crystal Palace-Fulham, klokkan 15.00
Aston Villa-Liverpool, klokkan 17.30
Arsenal-West Ham, klokkan 20.00
Í morgin spæla:
Chelsea-Bournemouth, klokkan 17.30
Manchester United-Nottingham Forest, klokkan 20
Týsdagin 28/12 spæla:
Leeds-Manchester City, klokkan 20
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo