Í 1991 bleiv fiskaloysi á Føroyagrunninum, toskurin, hýsan og upsin rýmdi, um somu tíð boðaðu lemma trolarinir vesturi á Íslands rygginum frá, at nakað av rækjum stóðu í netinum.
Í 70inum vóru nógv línuskip á Flemish Cap, tá var nógvur toskur at fáa , so kølnaði sjógvurin kom so rækjurnar, nøkur ár seinri kom toskurin aftur, nú eru rækjur aftur og Arctic viking heim við fullari last.
http://www.jn.fo/arctic+viking+siglir+heim+av+flemmish+cap.html
Svaldbard
Har vóru nógvar rækjur fyri nøkrum árum síðani, men tá sjógvurin bleiv heitari, kom toskurin longur norður eftir, og rækjur eru farnar longur norð til kaldari sjógv.
Toskur etur rækjur, og kunnu liva í sama temperaturi, men rækjurnar liva fyri tað mesta í kaldari sjógvi.
Eg havi fyrr skriva, at alt livandi flytur eftir, hvar liviumstøðurnar eru betri, og eisini skriva um lítli ístíðina, fyri 400 árum síðani, tá fiskaloysi og hungursneyð alla 17 øld, tá var ongin ovurfisking.
So eg veit ikki hví nøkur fólk á Havstovuni, bert tosa um ovurfisking, og hvørki vilja hoyra ella tosa um tosk uppi í sjóðnum, natúr broytingarnar og fiskaloysi fyrr.
Eg havi leita nakað av tilfari fram, sum vísir hvussu toskur flytur. so tað er ikki neyðugt hjá mær, at skriva so nógv um hitabroytingar og fisk.
https://www.gransking.fo/media/2414/vv2009_karin.pdf Um tosk í Føroyum og natúr broytingar
Um tosk í Grønlandi og natúr broytingar. Her sæst tíguliga hvussu fiskaríi broytist.
file:///C:/Users/Ey%C3%B0un/Downloads/58_2005_De_groenlandske_rejer_forskning_og_fremtid.pdf
Kanibalisma. á síðu 21 sæst eisini hvussu nógv av toski, stórur toskur etur.
file:///C:/Users/Ey%C3%B0un/Downloads/torsk_og_klima%20(1).pdf
Toskur uppi við Svaldbard frá 1873 til nú.
https://framsenteret.no/nyheter/2019/09/06/om-torsk-klima-polartorsk-og-bunndyr/
Toskur vandring klima Bergen 1998 26 – 27 mars Tað bleiv tosa um tosk sum flytur og tosk uppi í sjóðnum og heilt djúpt har vóru eisini fleiri Føroyskir fiskifrøðingar við
https://epaper.infomedia.dk/portal/fao/search?query=merktur%20toskur ferðast toskur FF blaði
EL NINJO og LA NINJA
Er tað sum Osmund Justinussen, ofta hevur tosa um.
https://www.youtube.com/watch?v=6vgvTeuoDWY&t=27s
https://kvf.fo/vitan?sid=46245
27 minuttir tosar Osmund um toskurin kom í 90 inum, tað sama var á Føroya banka á heysti 2019 ongin 1-4 ára gamal toskur hevði verið har áðrenn. Sum sæst á landingar seðlinum, er 95% av veiðuni, toskur eldri enn 5 ár. Eg havi eisini fingið innlit í øll tølini.
Trýst á toskur – stikka, so koma støddirnar fram.
http://www.jn.fo/magnus+heinason+hevur+gjort+trolroyndir+a+foroya+banka_rmfj.html
Eyðun Hansen
20 04 2021
Vestmanna
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo