Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Nes kommuna: Í 2008 varð flutt inn í nýggjasta partin av Tofta skúla. Ætlanin var alla tíðina eisini at gera munandi ábøtur á 1981-bygningin beinanvegin. Tað var ikki peningur til tað tá, og tí varð samtykt, at hetta mátti gerast stig fyri stig.

Seinastu árini eru munandi ábøtur gjørdar í svimjihylinum eins og á útveggirnir á vestursíðuni í 1981-bygninginum.

Nývalda bygdaráðið, sum tók við í januar, ætlar eisini at fremja munandi ábøtur í skúlanum. Men hetta má gerast stig fyri stig.

Staðfest er í eini støðulýsing av 1958-bygninginum, at hesin er ikki tættur og  má tí klæðast.

Í samráð við Teknistovuna í Gøtu varð arbeiðið at klæða útveggirnar á 1958-bygninginum útboðið millum tríggjar arbeiðstakarar í vár.

Tá ið freistin at lata inn tilboð var farin tann 10. juni, vóru tvey tilboð komin.

Á bygdaráðsfundi tann 28. juni samtykti bygdaráðið at taka av lægra tilboðnum á kr. 842.835,- u/MVG, sum var frá byggifyritøkuni KBH á Toftum.

Ætlanin er at fara undir arbeiðið sum skjótast.

Teknistovan í Gøtu fer at hava eftirlitið fyri Nes kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo