Hagstovan: Fyrsta juli vóru 19.440 húski í Føroyum. Tað er 152 fleiri enn við ársbyrjan. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við 355 fólkum.
Í fjórða hvørjum húski býr bara eitt fólk. Hetta er størsti húskisbólkur.
Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er bólkurin tvey vaksin uttan børn. Fyrsta juli vóru tey 4.828 í tali, sum svarar til lítlan fjórðing av øllum húskjunum. Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum.
Í tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.
Lutfalsliga er tað húskisbólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest seinastu árini við einum vøkstri á 27 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo