Tá freistin var farin á midnátt mikudagin at søkja inn á Fróðskaparsetrið, vóru tilsamans 469 umsóknir komnar inn. Vøksturin í talinum av umsóknum, sum var fyrr í summar, tá freistin var at søkja inn gjøgnum kvotu tvey, bleiv staðfestur nú, tá allar umsóknirnar eru taldar.
Samanborið við í fjør er vøksturin í samlaða talinum av umsóknum 18,1 prosent.
Vøksturin í bachelorumsóknum er 27,5 prosent.
Her er tað serliga læraraútbúgvingin, sum hevur fingið fleiri umsóknir í ár, men eisini samfelagsligu útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini hava størri áhuga millum umsøkjararnar.
Masterútbúgvingarnar hava eisini fingið fleiri umsóknir í ár sammett við í fjør. Har eru tølini ávikavist 45 í ár og 37 í fjør. Her er tað serliga masterútbúgvingin í heilsuvísindum, sum dregur.
KT-verkfrøði og bachelorútbúgvingarnar í lívfrøði verða bara bjóðaðar út annaðhvørt ár, og um samanborið verður við umsøkjaratølini frá 2018, so er vøksturin góð 29 prosent, tá talan er um lívfrøði.
Tó er talið minkað í KT-verkfrøði, har 51 umsóknir vóru í 2018 sammett við 40 í ár.
Verður samlaða talið av umsóknum sammett við 2018, er vøksturin 9,6 prosent.
Í 2020 eru tølini hesi: 399 vilja lesa bachelor, 9 hjánám, 45 master og 16 ískoytisútbúgvingar.
Chik Collins, rektari á Setrinum er glaður fyri, at so mong vilja sleppa á Fróðskaparsetrið at lesa.
“Í ár hava vit styrkt um okkara samskifti og gjørt útbúgvingarnar meira sjónligar. Tað er ómetaliga stimbrandi at síggja, at vøksturin í umsøkjaratalinum longu er so munagóður, og vit gleða okkum at bjóða nýggjum lesandi og teimum, sum halda fram hjá okkum, vælkomnum, tá vit byrja aftur í august.”
“Eitt aðalmál hjá øllum okkara starvsfólki er at tryggja, at tey nýggju lesandi fáa góða innleiðslu, mennandi lestrarvegleiðing og stimbrandi ráð fyri at halda teimum til, so tað eydnast teimum at fullføra sínar útbúgvingar.”
“Okkara uppgáva er í kveikjandi umhvørvi at veita teimum lesandi dygdargóða útbúgving, so tey fáa bestu førleikar á síni starvsleið til frama fyri tey og menningina av okkara samfelagi”, sigur Chik Collins, rektari á Setrinum.
Umsøkjaratølini fyri 2019 eru her: www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/397-umsoknir-til-lestur-a-setrinum-i-2019/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo