Seinastu trý árini er talið av sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar vaksið við millum 60 - 70 sjúklingum hvørt ár, og útreiðslurnar við um 10 milliónum somu ár.
Tað vísa tøl sum Heilsumálaráðið hevur sent VP eftir innlitsumbøn.
Heilsumálaráðið sigur, at orsøkin til, at tølini fyri “Ferðir tilsamans” og “Sjúklingar tilsamans” eru ymisk, er, at nakrir sjúklingar hava verið meira enn eina ferð uttanlands til viðgerð.
Niðasta myndin vísir yvirlit yvir, hvagar sjúklingarnir eru sendir sambært tølum frá Sjúkrahúsverkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo