Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

TAKS: Skattauppgerðin 2023 hjá a-skattgjaldarum er nú gjørd og liggur á Borgaraglugganum og í Mínboks hjá teimum, sum brúka hesar tænastur. Hjá øðrum kemur hon í postkassan í vikuni.

Uppgerðin vísir, at 17.011 borgarar fara at fáa pengar aftur í skatti, í alt 56,5 milliónir krónur. Pengarnir koma á kontu mikudagin, 27. mars.

1.977 borgarar guldu ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning á til samans góðar 7 milliónir krónur. 24.611 guldu rættan skatt og hvørki fáa ella skylda nakað.

Fær man skattauppgerð, skal man kanna, um hon er bein.

Er hon tað, skal ikki gerast meira. Er feilur í, ella manglar okkurt, skal man lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. Innlatingarfreistin er 1. mai 2024.

B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð uttan bræv um at lata inn sjálvuppgávu.

So skjótt, innlatið er, verður skattauppgerð teirra gjørd. Talan er um 5.978 borgarar.

Fá alt at vita um sjálvuppgávu á www.taks.fo/sjálvuppgáva

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo