Harðir bardagar eru í minst fimm bygdum nærhendis stórbýnum Kharkiv í landnyrðingspartinum av Ukraina, og minst 1700 fólk eru flutt burtur úr økinum, skrivar tíðindastovan AP.
Tamarhald er tó á støðuni, siga ukrainskir myndugleikar, og tað er ongin vandi fyri, at Kharkiv verður tikin. Men russiskir myndugleikar siga, at fleiri bygdir har á leiðini nú eru tiknar av Russlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo