Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á Fyrispurning nr. 52-015/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um heimild til viðgerð á Center for Kønsidentitet, frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir av teimum 18 føroyingum, sum seinastu 5 árini eru sendir av landinum til danska Center for kønsidentifikation, eru, sum úrslit av hesum kanningum, vorðnir viðgjørdir við:
a: hormonum ella líknandi heilivági?
b: skurðviðgerðum?

2. Hví sendir føroyska sjúkrahúsverkið frískar borgarar av landinum til sálarfrøðiligar, medisinskar og sosialar kanningar og metingar?

3. Í hvørjari lóg, og hvar í slíkari, finst heimild hjá læknum í sjúkrahúsverkinum at senda frísk fólk av landinum og áleggja føroyska skattaborgaranum at gjalda fyri kanningar og møguliga viðgerð av hesum borgarum, sum, sambært sama sjúkrahúsverki, ikki hava staðfesta sjúku?

4. Hvussu nógv hava hesar kanningar, metingar, viðgerðir, ferðingar og uppihald higartil kostað føroyska samfelagnum?

5. Hvussu er aldurs- og kynsbýtið fyri hesi av landinum sendu?

Svar:
Til spurning 1

Seinastu fimm árini hevur Sjúkrahúsverkið ávíst tilsamans 17 fólk til útgreiningar í Danmark í sambandi við kynssamleikaviðurskifti. Tey verða ávíst til Center for kønsidentitet, sum í t.d. Keypmannahavn er ein depil undir Ríkissjúkrahúsinum.

Tað er týðandi at undirstrika, at talan er um ávísingar til nærri útgreiningar. Endamálið við útgreiningini er at finna útav, um viðgerð fyri kynsskifti er rætti vegurin at fara.

Í hagtølunum ber ikki til at staðfesta neyvt, hvussu nógv av hesum eru farin víðari í viðgerð. Til tess krevst, at Sjúkrahúsverkið fer í hvørja einstaka journal at kanna málið. Av tí at talan er um viðkvæmar upplýsingar, samstundis sum talið av teimum sum eru sett í viðgerð er sera lágt – og tað soleiðis kann verða lætt at eyðmerkja tey, sum eru sett í ávikavist hormonviðgerð ella eru skurðviðgjørd - verður ikki mett, at tað er lógarheimild at almannakunngera tílíkar upplýsingar.

Til spurning 2
Í sambandi við hendan spurning er vert at nevna, at í Sjúkrahúsverkinum verða ymiskar viðgerðir, kanningar og útgreiningar gjørdar, hóast tað ikki er illgruni um at viðkomandi er sjúkur – nevnast kann t.d. burðarhjálp og mammografi-kanningar.

Tá fólk ynskja kynsskifti er tað tí, at tey ynskja at broyta sítt kropsliga ella lívfrøðiliga kyn, so tað svarar til ta kynsfatan, tey hava av sær sjálvum. Á donskum verður sagt, at fólk uppliva eitt “kønsligt ubehag”, sum merkir, at tey kenna ein ampa av sínum kropsliga ella lívfrøðiliga kyni.

Sambært Sjúkrahúsverkinum er grundarlagið fyri útgreiningini og viðgerðini upplivingin hjá tí einstaka av at kenna ampa av sínum kropsliga ella lívfrøðiliga kyni. Heilsufakliga uppgávan er fyrst og fremst at kanna, í hvussu stóran mun hetta ávirkar tann einstaka og meta, um tað er grundarlag fyri medisinskari og/ella skurðviðgerð í sjúkrahúsverkinum. Somuleiðis verður dentur lagdur á at útgreina, hvørt tað eru sálarligar og/ella kropsligar avbjóðingar, sum tala ímóti viðgerð.

Til spurning 3
Heimildin er í sjúkrahúslógini. Sambært §5 í sjúkrahúslógini hava “...persónar, ið búgva her í landinum, rætt til ókeypis viðgerð frá sjúkrahúsverkinum”. Rætturin til ókeypis viðgerð fevnir eisini um viðgerð í Danmark ella í einum øðrum landi, tá ávísingin er gjørd í samsvari við tær av visitasjónsnevndini givnu leiðreglur.

Sambært leiðreglum hjá Visitasjónsnevndini kunnu yvirlæknar í føroyska sjúkrahúsverkinum ávísa til viðgerðarstøð uttanlands, sum Sjúkrahúsverkið hevur avtalu við – ella onnur støð, um Visitasjónsnevndin gevur loyvi til tað. T.d. hevur Sjúkrahúsverkið avtalu við Ríkissjúkrahúsið og tí krevst ikki loyvi, um ein yvirlækni metir, at tað er tørvur á at ávísa ein persón til Center for Kønsidentitet á Ríkissjúkrahúsinum.

Til spurning 4
Útgreiningin byrjar altíð við einari innleiðandi samrøðu. Útfrá samrøðuni metir viðgerðarstaðið, um útgreiningin skal setast í gongd. Sjálv útgreiningin er 3-6 samrøður við viðgera. Prísirnir (DRGtakstirnir) fyri samrøðurnar liggur um 2.500 kr., so í miðal er kostnaðurin fyri eina útgreining umleið 10.000 kr., umframt ferð og uppihald.

Hetta merkir, at samlaði kostnaðurin seinastu 5 árini fyri at útgreina 17 persónar hevur verið tilsamans umleið 170.000 kr. ella umleið 34.000 kr. um árið. Harumframt kemur kostnaður fyri ferð og uppihald og kostnað fyri viðgerð hjá teimum, har tað verður mett at fakligt grundarlag er fyri hesum.

Til spurning 5
Talan er um fólk, sum vóru í aldrinum 18-34 ár, tá ið tey vóru til fyrstu viðtalu í sambandi við útgreiningina í Danmark. Umleið ein triðingur av fólkunum eru menn og tveir triðingar eru kvinnur.

Heilsumálaráðið, 15. september 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo