Polly Hummeland, hvørs pápi er føroyingur, tók 20. desember stig til eina innsavning, og fekk eftir stuttari tíð savnað saman mat og heit klæði sum hon lat til illa stødd í Keypmannahavn.
Polly sigur við Helsingør Dagblad, at tað gevur henni eina serliga gleði og ger hana heita um hjartað at kunna gera hetta fyri onnur.
- Eg havi verið glað allan dagin, bæði í gjár og í dag. Tað eru so nógv góð fólk til, sjálvt um tað ikki altíð sær soleiðis út, sigur hon og vónar, at hon kann vera øðrum til íblástur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo