Veðurfyribrigdið El Niños hevur herjað í Simbabvi og ført til ringasta skerping. Nú hevur grannalandið Sambia lýst skerpingin sum eina nasjonala katastrofu.
– Tað er vanligt at dýr doyggja, men nú eru tey ikki gomul, tá ið tey doyggja. Tey svølta, tey doyggja. Tey standa føst í rununi og leita frá sær sjálvum eftir vatni, og tey doyggja. Støðan er syndarlig, sigur Tinashe Farawo, talspersónur fyri Zimbabwe Parks and Wildlife Management Authority við tíðindastovuna AP.
Suðurafrikanska landið er eitt av meinast raktu av veðurfyribrigdinum El Niño, og turkurin hevði við sær at serliga ungir fílar doyðu.
Í nasjonalparkini Hwange vóru tað frá august til desembur 2023 funnir 160 deyðir fílar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo