Tað munnu vera tey flestu okkara, ið hava spælt okkum við tankan um, hvat vit høvdu gjørt í einari neyðstøðu. Fyri Jóin Ellingsgaard gjørdist ein vanligur dagur til nakað heilt serligt, tá hann var við til at skipa fyri eini bjarging úti á opnum havi.
16. juni 2023 byrjaði sum ein púra vanligur fríggjadagur fyri fólk flest, og tað gjørdi hann eisini fyri eiðismannin Jóin Ellingsgaard, sum er skipari á rannsóknarskipinum Thor Frigg. Hetta kvøldið fingu teir boð um, at fiskifarið “Safadi Seif”, var komið illa fyri í brasilskum sjóøki.
Í samstarvi við brasilsku sjóverjuna var funnið fram til, hvar áleið báturin síðst var sæddur, og farið var nú í holt við at finna teir neyðstaddu menninar, ið róku fyri vág og vind í einum bjargingarbáti.
Manningin umborð á Thor Frigg roknaði seg fram til knattstøðuna hjá bjargingarbátinum. Hetta var gjørt við at deila tað stóra havøkið upp í smærri lutir. Tað sum á enskum verður rópt “Parallel Search Pattern”.
Eftir eitt døgn av leitingararbeiði sá manningin umborð á Thor Frigg eitt kámt, blinkandi ljós. Jóin gjørdi skjótt av og setti beina kós ímóti ljósinum, sum vísti seg at vera frá bjargingarbátinum. Veðrið var sera ringt og myrkt var eisini, soleiðis at arbeiði við at fáa teir fimm menninar umborð var avbjóðandi. Tað var í tøkum tíma, at báturin var funnin, tí hann var mest sum tømdur fyri luft, men til alla lukku fingust teir fimm umborð, har teir fingu mat og drekka og turr klæði. Bjargaðu menninir vóru útlúgvaðir, tystir og kaldir.
Tað fyrsta ein teirra bað um var eitt glas av vatni.
Manningin umborð á Safadi Seif taldi átta mans. Sunnudagin 18. juni, fann ein tyrla hjá sjóverjuni tann sætta mannin, sum eisini varð bjargaður. Tveir mans mistu lívið, eftir at teir lupu á sjógv. Thor Frigg sigldi inn til býin Itajaí tann 18. juni, har familja og tíðindafólk tóku ímóti.
Vit í Eiðis kommunu eru sera errin av Jóini og manning hansara.
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Keldur: PGS (Petroleum Geo Services), mecropress.com og ætt hjá Jóini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo