Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nakrar ferðir havi eg verið til serstaka hugvekjandi samveruløtur í kommunuskúlahøllini – auluni – í gula kommunuskúlanum í Havn.

Løtan fríggjadagin 25. juni var ein av teim góðu løtunum í hesi høll, ið hevur verið ein mentanarborg í Tórshavn meiri enn hálva øld, men sum nú ber heitið ”Finsen”.

Hendan seinnapartin var minningarløta um havnarmannin og trúboðaran Dánjal Jákup Danielsen, vanliga nevndur ”Dollin”.

Fólk komu fyrst saman við grøv hansara í kirkjugarðinum undir Svínaryggi við Dalavegin í Havn, har borgmeistarin legði blómur. Poul Johan Djurhuus, sum hevur bíbliuna hjá Dollanum í varðveitslu, segði nøkur orð.

Síðani varð hildið fram í gomlu kommunuskúlahøllini, har Oddur á Lakjuni, skyldmaður Dollans, greiddi frá søguligu gongdini í landinum, Kongo, fyri stórthundrað árum síðani. Tveir skyldmenn Dollans, av Kamarinum í Havn, Rókur og Ólavur Jacobsen og Bárður á Lakjuni, úr Fuglafirði, sungu og spældu ljóðføri.

Óli Jacobsen, ið hevur skrivað bók um Dollan, greiddi frá um avrik og týðandi leiklut hansara at basa óbótagerðunum, ið hjálandayvirræði evropeara framdi móti upprunafólkinum í Afrika.

Henda veruleika gjørdi Dollin sjónligan við á livandi og viðkomandi hátt at greiða frá og vísa myndir av óbótagerðum, ið framdar vóru í belgiska Kongo. Ótespiligu myndirnar skakaðu fólk í Onglandi, Skotlandi og aðrastaðni. Seinni vísti hann eisini myndirnar í Føroyum.

Søgan um Dollan er søgan um lívliga havnardrongin, ið vildi sleppa ”út í heim”. Hann fór út at sigla og á maskinmeistaraskúla í Glasgow í Skotlandi. Júst henda maskinmeistaraútbúgving gjørdist lopfjøl unga havnarmansins at vera við í megnarverki fyri upprunafólkið í Kongo.

Meðan hann var í Glasgow kom 27 ára gamli Dollin framvið, har nøkur høvdu útimøti. Hann steðgaði á at lurta. Ein arbeiðsmaður steig fram og talaði ein persónligan andaligan boðskap, ið gekk Dollanum at hjarta og bergtók hann. Sama kvøld varð Dollin umvendur til Gud. Eftir hesa stund broyttist alt lív hansara. Hann gjørdist ein íðin fylgdarmaður Jesusar úr Nazaret.

Við hesum nýggja lívsførningi og nýggjum livihátti fór Dollin til Afrika, har hann setti djúp spor eftir seg, sum søguliga prógva seg sonn dagin í dag. Har í Afrika fekk Dollin malariasjúkuna, ið hann knógvaði undir alla lívstíð sína.

Tá ið Dollin var 33 ára gamal, búsettist hann aftur í Havn og virkaði sum trúboðari næstu 12 árini.

Hann varð giftur við Linu, ið vaks upp í Glasgow, har føroysku foreldur hennara búðu. Lina og Dollin virkaðu sum trúboðarar her á landi í 12 ár – hann talaði og vísti myndir, hon spældi orgul og sang. Ein sangkvinna ”av Guds náði”, varð sagt um Linu.

Tíðliga á morgni hin 16. oktober 1916 slóknaði bjarta ljós Dollans. Hann gjørdist einans 45 ára gamal. Í bestu manndómsárum var eitt virkið og ósjálvsøkið lívsskeið komið at enda.

Ein av samtíðarmonnum Dollans, Jens av Reyni í Havn, gav Dollanum hetta eftirmælið:

”Ein óræddur prædikari evangelium Guds.”

Óivað hava næstringar hansara lagt sær hesi orð í minni, tí mestsum somu orð eru rist inn í minnissteinin, ið reistur er við grøv Dollans í gamla kirkjugarði undir Svínaryggi, við Dalavegin í Havn.

Dollin var ikki einans amboð Guds at loysa menniskju úr vesaligum jarðisku korum, men var eisini við til at loysa menniskju úr andaligum trælakorum, leiða tey út í andaligt trúarfrælsi.

Tí er rætt at virða minnið um slíkar menn sum Dánjal Jákup Danielsen – Dollan.

Svenning av Lofti

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo