Politiið í týska býnum Solingen hevur tikið tvey fólk í samband við hendingina, tá trý fólk vórðu stungin til deyðis.
Fyrst varð ein 15 ára gamal unglingi handtikin, men hetta var ikki tann sum hevði framt illgerðina, segði politiið. Men viðkomandi hevði upplýsingar um, hvar viðkomandi sum hevði framt illgerðina var.
Seinni í kvøld frættist so, at eitt fólk afturat var handtikið í einum býli fyri fólk sum hava søkt um uppihaldsloyvi í Týsklandi.
Fyrr í dag segði felagsskapurin Islamiskur Statur, at hann tók ábyrgdina av hendingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo