Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg vil hervið ynskja øllum ein góðan 14. September!

Í dag fyri 75 árum síðani valdu Føroyingar at taka ábyrgd av egnum landi, við teirri trúfastu trúgv, at føroyskur politikkur skal verða stýrdur í Føroyum!

Eftir at úrslitið var greitt, skrivaði Thorstein Petersen í oddagreinini í Dagblaðnum 17. september, at nú hevði føroyska fólkið tikið eina “fastlagda avgerð um at Fyri Føroyingum ráða Føroyingar”.

Eisini er vert at hava í huga, at Knud Kristensen, forsætismálaráðharri í Danmark, segði í stuttari viðmerking, at eftir hansara egnu meting hevði Føroyar valt loysing og tí máttu samráðingar nú fara í gongd.

Fólkatingið góðtók tó ikki úrslitið av fólkaatkvøðuni, og var ein av grundgevingunum, at tað var ólógligt at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð.

Hóast nógv vatn er runnið í ánni, síðani 14. September 1946, so hevur ongin avgerð havt so stóran týdning fyri føroysk framstig, menning og áræði, sum avgerðin tann 14. Septembur 1946.

Føroyar eru væl ríkari á allar mátar enn fyri 75 árum síðani, men trúgv kann flyta fjøll, og tá ein veruliga trýr at tað kann lata seg gera, verður tað ómøguliga møguligt.

Trúgvin um tær frælsu Føroyar er sterk, og føroyingar hava víst at sjálvt um vit eru fá, so eru vit kná!

Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo