Sjóvinnustýrið: Nú várið nærkast, eru útróðrarbátar við fiskiloyvi í bólki 5A av álvara farnir at gera klárt til fiskiskap.
Vørn hevur higartil í ár tillutað 60 bátum fiskiloyvi í bólki 5A, men einans 14 bátar hava galdandi siglingarloyvi.
Sjóvinnustýrið hevur heitt á fólk, ið varða av hesum bátum um at fáa hesi viðurskifti í rættlag sum skjótast.
Sjóvinnustýrið hevur sum aðalmál at verja mannalív á sjónum, og tí er trygdin hjá sjófólki okkara av størsta týdningi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo