Fróðskaparsetrið: Í gjár og í dag hava prógvhandanir verið á Fróðskaparsetri Føroya, og tølini fyri fyrra hálvár vísa vøkstur í talinum á útbúnum.
137 prógv eru higartil í ár útskrivað, sammett við 113 fyrra hálvár í fjør - ella 24 fleiri.
Prógvhandanir hava verið allan dagin á teimum fimm deildunum á Setrinum, Søgu- og Samfelagsdeildini, Námsvísindadeildini, Føroyamálsdeildini, Náttúruvísindadeildini og Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.
Tilsamans hava 110 bachelorar fingið prógv higartil í ár, 26 hava fingið masterprógv og ein prógv í hjánámi.
65 prógv eru útskrivað á Námsvísindadeildini, har tey lesa til námsfrøðing og lærara. 32 prógv eru latin á Søgu- og samfelagsdeildini, 20 prógv á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, 10 á Føroyamálsdeildini og onnur 10 á Náttúruvísindadeildini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo