Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

12 av teimum 13 luttakarunum, saman við umboðum fyri FSF, ið farna mikudag byrjaðu á A-venjaraskeið hjá Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: www.FSF.fo

FSF: – Tað er altíð hugaligt, tá nýggir venjarar taka við, og vit eru sum heild væl nøgdir við talið av luttakarum, ið nú eru byrjaðir á A-venjaraútbúgvingini, sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Mikudagin samlaðust teir 13 luttakararnir  – ein kvinna og 12 menn – fyri fyrstu ferð, og eftir at teir vórðu blivnir kunnaðir um, hvør leisturin fyri skeiðið fór at vera, og hvussu skráin sær út, varð farið í gongd.

Nakað av teori og venjing var á skránni mikudagin og hósdagin – bæði á Tórsvølli og á Svangaskarði – og komandi hálva annað árið verða umleið 25 samlingar, umframt at hvør luttakari hevur ein vegleiðara, ið javnan vitjar úti í felagnum.

Harafturat er eisini ein námsferð á skránni, og tá verður vitjað í einum av okkara grannalondum.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo