Svar upp á fyrispurning nr. 52-104/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi viðgerðartrygd, bíðilistar og nýtslu av MR/CT-skannarum, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu langur er bíðilistin til tær mest vanligu diagnosurnar, eisini innan psykiatriska økið?
2. Hvussu leingi skulu fólk bíða eftir at sleppa til eina MR- ella CT-skanning og hvussu verður tann nýggi skannarin í Klaksvík brúktur í tí samlaðu prosessini fyri alt sjúkrahúsverkið í Føroyum?
3. Hvussu nógv verða skannararnir brúktir um vikuna, og kunnu teir verða enn meira gagnnýttir, soleiðis at bíðitíðirnar styttast?
4. Kunna vit brúka okkara skannarar meira fyri at stytta um samlaðu bíðitíðirnar og arbeiða fram ímóti, at føroyingar kunnu fáa somu møguleikar sum í Danmark viðvíkjandi 30 daga viðgerðartrygd?
5. Hvussu nógvar mió. kr. eru settar av í 2024 til nýggjar raðfestingar innan sjúkrahúsverkið fyri at gera okkara sjúkrahúsverk betri og fyri at stytta um okkara bíðilistar?
Svar:
Til spurning 1
Tað er ógvuliga ymist, hvussu langir bíðilistarnir eru, og hvussu langar bíðitíðirnar eru fyri tær ymsu diagnosurnar.
Eisini er vert at nevna, at verkfallið sum rakti Sjúkrahúsverkið í fjør, sum kunnugt, hevur økt um bíðilistar og bíðitíðir innan fleiri økir. Á fíggjarlógini í ár er játtan sett av til at fáa minka aftur um bíðitíðirnar. Í løtuni verður arbeitt við hesum.
Bíðilistin og bíðitíðir innan tær mest vanligu diagnosurnar, verða lýstar HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo