Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Lønirnar vóru 711 milliónir krónur, ella 6 prosent, størri í tíðarskeiðinum frá november 2023 til oktober 2024 enn undanfarnu 12 mánaðirnar.

Lønin hjá kvinnum vaksin knapt tíggju prosent
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið javnari seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum, sum í størri mun varð ávirkað av koronufarstóttini. Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum.

Vøksturin í lønargjaldingunum seinasta tólv mánaða tíðarskeiðið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Av samlaða vøkstrinum á 711 milliónum krónum, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 440 milliónum krónum. Av hesum áttu kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, 374 milliónir krónur. 

Lønin hjá kvinnum var knapt tíggju prosent hægri enn undanfarna tíðarskeið, meðan lønin hjá monnum var næstan fýra prosent hægri. 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo