Hagstovan: 12,5 milliardir vóru útgoldar í A-skattaðum lønum seinasta tólv mánaða skeiði frá oktober í fjør til september í ár.
Tað eru slakar 640 milliónir meira samanborið við undanfarna tíðarskeið, sum er ein vøkstur á 5,3 prosent.
Gongdin vísir, at stígur kom í lønargjaldingarnar, tá koronafarsóttin rakti í 2020.
Seinna hálvár í 2021 vendi gongdin, og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo