Hagstovan: 12,4 milliardir vóru útgoldar í A-skattaðum lønum seinasta tólvmánaðartíðarskeiði frá juli í fjør til juni í ár.
Tað eru slakar 700 milliónir samanborið við undanfarna tíðarskeið, sum svarar til ein vøkstur á 5,8 prosent.
Gongdin vísir, at stígur kom í lønargjaldingarnar, tá koronafarsóttin rakti í 2020.
Seinna hálvár í 2021 vendi gongdin og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan.
Seinastu tólv mánaðirnar vórðu 12,4 milliardir útgoldar í A-skattaðum lønum.
Tað er ein vøkstur uppá 5,8 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Kvinnurnar eiga størsta partin av vøkstrinum
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið meira javnur seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað, tá koronufarstóttin rakti.
Menninir áttu umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin hetta tíðarskeiðið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum samanborið við undanfarna tíðarskeið. Vøksturin var 7,7 prosent hjá kvinnum og 4,6 prosent hjá monnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo