Kristian Martin Petersen á Facebook: Ein síða manglar í kjakinum: Hvat hava skipini og manningarnar í bólki 3 fingið burturúr makrelkvotunum seinastu árini?
Eitt einfalt svar er, at í dag eru 12 línuskip í vinnu, og av hesum eru 10 frystilínskip sum eru komin í flotan seinastu árini. Næstan øll eru komin síðani skipini fingu makrelkvotu og økt inntøkugrundarlag. Hesi 12 línuskipini avreiddu fyri uml. 443 mió. kr. í 2022. Hetta svarar til 37 mió í miðal fyri hvørt skipið.
Í 2014 avreiddu 15 ísfiskalínuskip fyri 174 mió. kr., sum svara til 11,6 mió kr í miðal pr. skip.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo