Eftir steðg í tvey ár, skipar Kórsamband Føroya aftur skipað fyri kórfestivali.
Festivalurin byggir á gomlu kórstevnurnar, sum byrjaðu í Havn í 1967 og síðani hava verið hildnar kring landið.
Kórstevnurnar hava uttan iva gjørt kórsang í Føroyum til eitt fólksligt projekt og hava saman við Ólavsøkukórinum bygt brúgv millum fólksligu kórtraditiónina og kór við hægri málsetningi.
At kórsangarar í Føroyum uttan mun til royndir ella evnir í áratíggju hava savnast til felags kórsang hevur uttan iva viðvirkað til, at lutfalsliga nógvir føroyingar syngja í kóri.
Í 2015 varð avgjørt at broyta leistin nakað. Konsertin, har einstøku kórini syngja egna skrá, varð skipað sum kapping. Ein dómsnevnd velur tær bestu framførslurnar og áhoyrarnir atkvøða um eina áhoyraravirðisløn.
Umframt kórkappingina, fer eitt vælmannað felagskór at syngja. Okkara dugnaligi kórleiðari Tóra Vestergaard fer at stjórna kórinum.
Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin kl 16.00.
Luttakandi kórini eru:
Xperiment
Tarira
Vágakórið
Glymur
Tórshavnar kamarkór
Vestmanna sangkór
Silvitni
Havnarkórið
Gøtu kirkju ungdómskór
Tórshavnar manskór
Eystanljóð
Morgunkórið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo