Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar Kommuna, størsta og ríkasta kommuna í landinum, hevur í dag tann 31. januar 2022, tikið avgerð um at tveita 12 børn úr skúlanum á Fløtum.

Spurningurin er so, hvat hesi børn hava gjørt fyri at hava fortjent hesa lagnu?

Hesi 12 børnini, sum í august 2021 byrjaðu eitt nýtt kapittul í teirra lívið. Tey tóku stóra stigið at fara úr barnagarðinum fyri nú endiliga at byrja í forskúla. Øll spent í penum klæðum og nýggjari skúlatasku.

Skiftið frá barnagarð til skúla fellur summum lætt, meðan onnur hava brúk fyri nøkrum døgum ella vikum at koma uppá pláss. Hetta er alt natúrligt. Tað eru nógv nýggj inntrykk at taka støðu til. Nýggjur bygningur, nýggir floksfelagar og nýggj vaksin.

Men takkað verið teimum dugnaligu starvsfólkunum í skúlanum, sum hava lagt alla sína orku í at samansjóða hesi børnini, so tey nú kenna seg væl og eru klár at taka lærdom til sín, gleða børnini seg nú hvønn dag at koma í skúla.  

Men sambært skrivinum frá Tórshavnar Kommunu eru tey ikki longur ynskt á skúlanum á Fløtum.

Tey hava nú gingið har í eitt hálvt ár, og tey kunnu nú so passaliga byrja at siga farvæl við allar teir nýggju vinirnar, tey hava fingið, tí tey skulu nú byrja í skúla umaftur í einum øðrum skúla.

Grundgevingin er, at har er ikki pláss fyri teimum. Ov nógv hava teknað seg til 1. flokk og sambært teimum nýggju leiðreglunum kemur bústaður í fyrstu rekkju. Hædd verður soleiðis ikki tikið fyri, um man longu gongur í skúlanum.

Hví barnið ikki longur býr í skúlaøkinum kunnu tað vera nógvar orsøkir til, men tað er 100% sikkurt ikki barnið, sum hevur skyldina í hesum.

Hetta er uttan fyri alt lágmark, og eg havi ringt við at fyristilla mær, at býráðið í Havn kann góðtaka hesa mannagongd.

Forskúlanæmingar eiga sjálvandi at sleppa at halda fram í skúlanum.

Loysnin er einføld.

Í fyrsta lagi mugu hesi 12 børnini sleppa at halda fram. So má man gera 4 flokkar á sama hátt sum í fjør ella deila børnini í 3 flokkar.

Í øðrum lagi má man í framtíðini taka hædd fyri tilflyting til skúlaøkið og so taka eini 10-15 færri børn inn í forskúlan. Barnið byrjar í skúla í forskúlanum og ikki í 1. flokki.

Vit kunnu ikki vera annað bekent. 

Jan Klein Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo