Áhugafelagið Antares: Processbevillingsnævnet hevur á fundi 7 feburar 2024, avgjørt at Heilsutrygd sleppur ikki í Hægstarætt við málinum um heilsutrygdargjald.
Hetta málið hevur skjótt 12 ára á baki. Grundin til málið er, at Føroya Løgting hevur samtykt at Føroyar, ígjøgnum Danmark, skulu vera partur av norðurlendska samstarvinum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er gjørt við bæði tvískattavataluni og norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd. Hesin sáttmálin sigur at ein persónur er sosialt tryggjaður í tí landi hann arbeiðir. At vera sosialt tryggjaður er at hava rætt til barsil, sjúkrapengar, sosialar veitingar o.s.fr. í arbeiðslandinum. Afturfyri hevur persónurin ikki rætt til gjøld í bústaðarlandinum. Møguligt er tí ikki at fáa dupult útgjald, og tí er heldur ikki heimild at krevja inngjald í báðum londum.
Heilsutrygd hevur frá byrjan nokta at viðurkent, at onki heilsutrygdargjald skal vera goldið, tá persónur arbeiður í øðrum norðurlandi.
Málið verður fyrst beint í Kærunevndini. Kærunevndin kemur fram til at Heilsutrygd ikki kann krevja heilsutrygdargjald frá persóni, ið er sosialt tryggjaður í øðrum norðurlandi. Kærunevndin viðgerð fleiri 10tals kærur um hetta
Heilsutrygd velur at stevna tveimum persónum, sum fingu viðhald í kærunevndini. Heilsutrygd sigur at hesi bæði málini eru umboðandi og tí skal rætturin takað støðu til hesi málini.
Føroya Rættur staðfestur avgerðini hjá Kærunevndini, um at Heilsutrygd ikki kann krevja heilsutrygdargjald.
Eystari Landsrættur staðfestir at Heilsutrygd hevur stevnt skeivum persónum. Eystari Landsrættur sigur at Heilsutrygd átti at stevnt Kærunevndini.
Í Eystara Landsrætti verður stjórin í Heilsutrygd spurdur av dómaranum hví júst hesir tveir persónarnir vóru valdir út til rættarsak. Stjórin Egil á Bø sigur, at tann eini persónurin er valdur tí málið hjá honum er umboðandi, og hin persónurin er valdur tí viðkomandi hevur verði ein framstandandi persónur í Antares.
Hetta drúgva málið sær tí til til at fáa ein enda, fyribils í øllumførum. Bíða verður nú eftir at Heilsutrygd fer undir at endurgjalda teimum persónum, sum av órøttum hava goldið heilsutrygdargjald. Seinasta metingin var at talan er um 30-40 mió.
Antares hevur heitt á Heilsumálaráðið um at taka upp samráðingar við myndugleikarnar í hinum sáttmálalondunum um møguleika at fáa ein part av gjaldinum til skipanir í hesum londum fluttan til Føroyar. Tað er skeivur bústaður at senda kravið til borgara, ið einans virka undir teimum lógum Føroya Løgting hevur sett í gildið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo