Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit undirritaðu feløg fara í morgin at handa landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, tær 1.162 undirskriftirnar, sum stuðla okkum, í einum mótmæli ímóti ætlanini um niðurlaging og avtøku av sjómannafrádráttinum, uttanlandsfrádráttinum, samdøgur­frádráttinum og 154B-frádráttinum

Talan er um eina politiska ætlan, sum samgongan og landsstýrið arbeiða við at seta í verk ímóti føroyskum fiskimonnum og sjómonnum við føroyskum og útlendskum skipum og arbeiðs­fólki uttanlands.

Handanin av undirskriftunum verður fyrrapartin í morgin fríggjadagin 1. desember, kl. 11 – í Fíggjarmálaráðnum, í Tinganesi.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroyskir Fiskimenn Uttanlands, FFU

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo