Petra Høgetveit er elsti persónur í Noreg og helt sín 110 ára føðingardag undir koronakreppuni.
Sjálvt um hon er á røktarheimi í heimbygdini var dagurin hildin, skrivar norska TV 2.
Kvinnan úr Brumunddal, sum yvirlivdi sponsku sjúku í 1918, deilur fegin nøkur tips um, hvussu tú fært eitt langt lív:
– Halt teg burtur frá tubbaki og brennivíni.
– Hetta hevur hon sagt fleiri ferð og tað skapti miklan stuttleika tá ið hon segði tað í videointervju í einum familjubrúdleypi, sigur sonurin Sveinung Høgetveit.
Hann er 86 ára gamal.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo