Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Parkinsonfelagið: Hóast meira enn 200 ár eru liðin síðan James Parkinsons fyri fyrstuferð gjørdi eina útgreinaða skrivliga lýsing av sjúkuni, so finst framvegis eingin lekidómur.
 
Tað verður stór orka brúkt til gransking og sterkar ábendingar eru um, at tað sum vit í dag diagonosiera sum “parkinson” í veruleikanum umfatar fýra ymiskar heilasjúkur.
Hetta samsvarar eisini við, at sjúkraeyðkennini hjá fólki við parkinson eru so ymisk.
 
Granskarar eru samdir um, at nýggj og munagóð viðgerð fyri Parkinson er væntandi longu í nærmastu framtíð, men neyðugt er, at vit stuðla og hjálpa granskarum so vit allatíðina stevna móti málinum.
 
Síðan 2017 hava ímeðal 20 føroyingar um árið fingið staðfest parkinson.
Bíðitíðin á medisinskadeplinum hjá fólki, sum nýliga hava fingið staðfest parkinson, at koma í viðger er 5 - 6 mánaðar. Talið av neurologiskum sjúklingum er sum heild vaksið og tað viðførur at alsamt fleiri sjúklingar krevja uppfylging.

Áðrenn korona tiltøkini vóru sett í verk, var bíðitíðin at koma í viðgerð fyri parkinson, komin niður á tríggjar mánaðar.

Tað er ein sannroynd, at læknaliga tænastan sum føroyska heilsuverkið veitir, er treytað av útlendskum konsulentum. Í tíðarskeiðinum við korona hava onkrar konsulent vitjanir verið avlýstar og hetta hevur í tíðarskeiðum elvt til longri bíðitíðir. Sum heild fáa fólk, sum eru í viðgerð fyri parkinson, eina serlæknaviðtalu um árið, sum er á leið tann sama sum í Danmark.

Les meira her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo