Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag eru 100 dagar síðan, at vit í Javnaðarflokkinum saman við Tjóðveldi og Framsókn skipaðu samgongu og tóku um stýrisvølin í Tinganesi. Á løgtingsvalinum í desember valdu føroyingar eina nýggja politiska kós fyri Føroyar, og hana halda vit nú.

Høvuðsmálið er at fáa ein lættari gerandisdag, bæði nú og frameftir. Vit skulu tryggja ein sjálvberandi og haldføran búskap. Vælferðartænasturnar skulu tryggjast. Lønirnar skulu lyftast. Og ferð skal setast á orkuskiftið og nátturuvernd.

Málini eru framsøkin, og vit fegnast um, at eftir 100 dagar er nøkur mál avgreidd, og onnur eru í stoypiskeiðini.

Skil í
Í vikuni samtykti Løgtingið eina fíggjarlóg við skili í, sum styrkir haldførið hjá landskassanum. Tíðirnar eru góðar, sum setur krøv til eitt trivaligt yvirskot. Tað er nú eydnast. Yvirskotið í ár verður umleið 300 mió. kr., tá tillagu tøkugjøldini og veiðugjøldini eru samtykt.

Stavnhaldið er at lætta um gerandisdagin hjá fólki. Um ársskiftið verður skattalætti veittur lág- og miðalløntum. Skattalættin er fíggjaður, samstundis sum stig eru tikin ímóti einum sjálvberandi búskapi. Ríkisveitingin er lækkað, og inntøkugrundarlagið er breiðkað.

Hjálparpakki er veittur fíggjarliga sperdum familju, og á ólavsøku fer landsstýrið at leggja fram uppskot um at stytta arbeiðsvikuna. Lønarlagið hjá lágløntum, sum starvast í umsorganarøkinum, verður lyft, og fleiri ítøkilig stig eru tikin fyri at flyta Føroyar á eina grønari kós. Serskipanirnar fyri elbilar er longd, náttúruverdnarlóg er løgd fyri Løgtingið, pengar eru játtaðir til at leggja almennar bygningar um til grøna orku, óheft orkuvegleiðing verður stovnað í næstum, og niðurtøka av oljufýrum verður stuðlað.

Á fyrsta sinni er serstøk játtan eisini sett av til at asfaltera landsvegakervið. Eftir ætlan verður hendan játtanin hækkað komandi árini.

Breiðu semjurnar
Í nýggjársrøðu løgmans varð lagt upp til at rætta andstøðuni eina hond fyri at fáa breiðar politiskar semjur.

Vit fegnast um, at tað hevur eydnast. Flestu málini, sum eru samtykt eftir løgtingsvalið, eru einmælt samtykt. Sum dømi kann nevnast yvirtøkan av farsóttarøkinum, og at øll tann politiska skipanin var eisini samd um veita fíggjarliga sperdum familjum og fólki ein hjálparpakka. Somuleiðis var fyri fyrstu ferð í 13 ár eisini semja um landsins fíggjarlóg. Fíggjarnevndin hevur stórt rós uppiborið fyri tað.

Javnaðarflokkurin og samgongan fara eisini framhaldandi at virka fyri breiðum semjum, so hetta góða samstarvið kann halda fram.

Gott samstarv
Tað hevur týdning, tí seinastu nógvu árini hevur føroyskur politikkur verið merktur av rumbli og stórum ósemjum. Bæði innanhýsis í flokkum, innanhýsis í samgongum, millum samgongu og andstøðu, og millum land og kommunur. Allir teir politisku flokkarnir eiga lut í hesum.

Tað er neyðugt, at vit broyta hetta arbeiðslagið. Tað halda vit vera okkara skyldu, tí politikkur skal fyrireikast og avgreiðast á ordiligum grundarlagi. Skil skal vera í tí, sum verður framt. Og ongantíð betur, um tað kann gerast við breiðum politiskum semjum.

Landsins stjórn skal duga at handfara tey málini, sum hava skund, men Javnaðarflokkurin heldur tað samstundis hava stóran týdning, at málini fáa eina gjølla, góða og virðiliga viðgerð, so mál ikki verða skundað gjøgnum Løgtingið, uttan at vit kenna avleiðingarnar av avgerðunum, sum verða tiknar.

Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo