Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester United og Liverpool hava dystast 17 ferðir í FA-cuppinum, íroknað tvær ferðir í 19. øld, tá ið Old Trafford-felagið kallaðist Newton Heath, skrivar norska Nettavisen. no, sum hevur hugt eitt sindur í statistikkin.

Liverpool hevur tapt 9 ferðir móti United í hesi kappingini. Tað er meira enn nakað annað lið. Fýra av dystunum er endaðir við javnleiki og Liverpool er farið sigrandi av vøllinum fýra ferðir.

Men einasta tapið hjá Manchester United heima móti Liverpool í FA-cuppinum var í 1921. Tað eru 100 ár síðani. Úrslitið gjørdist 1-2.

Tað er næstan vika síðani Liverpool og Manchester United leiktu 0-0 á Anfield í Premier League, men okkurt er hent síðani.

Manchester United, Manchester City og Leicester vunnu sínar dystir í vikuni, áðrenn ótrúliga røðin hjá Liverpool á 68 dystir uttan tap reyk eftir 4 ár, tá Burnley vann 1-0 á Anfield hósdagin.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo