Umleið 10.000 løgreglu- og hermenn standa klárir í gøtunum í París at verja teir 72 statsleiðararnar, sum luttaka undir 100 ára minningarhaldinum síðani 1. heimsbardagi endaði.
Ein hálvnakin kvinna mótmælti undir minningarhaldinum í París og var tikin av fronsku løgregluni. Hon rann móti Donald Trump forseta, tá ið hann kom til Champs Elysees, skrivar Reuters. Hildið verður, at kvinnan stuðlar feministiska aktivistbólkin Femen.
Topless female protester runs at Trump's motorcade in Paris https://t.co/jH2R38s4Hk
— Reuters Top News (@Reuters) 11. november 2018
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo