Skúlablaðið: Tá ið skúlaárið byrjar aftur, fara 80-90 næmingar at ganga í eNámi, sum er nýggja tilboðið til 10. floks næmingar í Sundalagnum, Fuglafirði og Strondum.
Í dag samstarva mestsum allir skúlar, sum hava 10. flokk, við aðrar skúlar, og tað er neyðugt, sigur skúlastjórin í Skúlanum við Streymin. Næmingagrundarlagið er nógva staðni ov lítil til, at skúlin kann bjóða eitt spennandi, áhugavert og kappingarført tilboð.
- Hóast tríggir skúlar hava kastað saman um 10. flokk, so er avmarkað, hvat vit kunnu bjóða; okkara næmingatal er um 80-90 næmingar.
Um samstarvið um 10. flokk verður útbygt við aðrar skúlar, veit Sonni Ó. Djurhuus ikki. Flestu framhaldsskúlar samstarva við aðrar um 10. flokk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo