Í dag var hátíðarløta á Hjalla, har seks av starvsfólkunum hjá ArtiCon vórðu heiðrað í sambandi við teirra 10 ára starvsdag.
ArtiCon byrjaði sítt virksemi í 2001. Størsta virði í felagnum øll hesi árini hevur verið og eru starvsfólkini. Felagið hevur upplivað stóran vøkstur í starvsfólkahópinum hesi seinasti árini. Í dag telur felagið gott 300 starvsfólk.
Tey, sum hava havt 10 ára starvsdag í ár, eru: Anna Maria Petersen, Guðmundur Axel, Hans Sørensen, Kaj Skipanes, Rógvi Jacobsen, Kenneth á Argjaboða (Kenneth er uttanlanda og vantar tí á myndini).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo