Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í gjár fekk Klaksvíkar kommuna váttan frá UEFA um, at KÍ kann spæla fyrsta og seinna umfar av UEFA Europa Conference League 2021/22 á heimavølli.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um at hendan váttanin er komin í hús. Klaksvíkar býráð hevur raðfest útbyggingina við Djúpumýru høgt, og tí er tað sjálvsagt ótrúliga deiligt, at trúføstu viðhaldsfólkini hjá KÍ fáa møguleika at uppliva dystirnar á heimavølli í summar.

- Tað er onki at ivast í, at hetta hevur stóran týdning fyri leikarar og øll tey, sum varða av KÍ. Øll vita, at dystir á heimavølli eru nakað serligt, og ein slík váttan staðfestir eisini dygdina av miðvísa arbeiðinum við Djúpumýru.  

Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, leggur afturat, at síðsta summar vóru vónirnar til ein heimadyst stórar, men orsaka støðuna við koronu, so bar hetta ikki til. Tí verður tað sera stuttligt fyri okkum øll, tá ið vit í summar fara at savnast við vøllin til eina heimadyst í Europa League.

- Í fjør gav UEFA loyvi til, at vøllurin við Djúpumýru kundi brúkast til fyrsta umfarið í Champions League. Vanliga krevst, at leikvøllir til UEFA dystir eru skrásettir í “bólki 2”, sum krevur ein leikvøll við 1.500 áskoðaraplássum. Síðan tá hevur verið arbeitt við ymiskum loysnum, sum nú eisini eru góðkendar av UEFA. Eftir hjá okkum er at tryggja, at arbeiði nú kann ganga skjótt og væl, og tað eri eg sannførd um, at tað fer, sigur Jóhanna Christiansen.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo