Altjóða verkafólkadagurin tann 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna mikudagin kl. 16. Hetta er tíggjunda ferðin 1. mai verður hildin í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum.
Røðarar hesaferð verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur og Uni holm Johannesen, løgtingsmaður. Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala, Tjóðsangin og einar tveir aftrat.
Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.
Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir, sum eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo