Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

1.mai-hald verður á Reyða Torginum í Vestmanna, mánadagin 1. mai kl. 17.00.

Hetta er fjórða árið, at skipað verður fyri 1. mai-haldi í Vestmanna, og í ár eru tað Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið hava tikið seg saman um at hátíðarhalda altjóða verkamannadagin.

Eisini í ár  verður tað við góðum tónleikaligum stuðli frá Vestmanna Hornorkestri og tøkniligum stuðli frá ungdómshúsinum Staðnum.

Røðarar verða tey trý:
- Eyðgunn Danielsen, forkvinna í Vestmanna Arbeiðarafelag,
- Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna í Sosialistisk Ung, og
- Jóanes Nielsen, rithøvundur.

Fundarleiðari verður Heini Holm.

Aftaná røður og tónleik bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag kaffimunn og kakubita í felagshølunum beint við Torgið.

1.mai-haldið verður kl. 17.00, so tey, sum eisini vilja vera við til 1. mai-haldið í Havn, fáa tíð til at koma norður til Vestmannar at hátíðarhalda dagin saman við okkum her.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Vestmanna Arbeiðarafelag
Norðstreymoyar Javnaðarfelag
Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo