Mikudagin 26. mai kl. 10 verður tann árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðsbørnunum og forskúlabørnunum í Tórshavnar Kommunu.
Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum, so sum smáir og stórir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikur.
Tiltakið verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali.
Tað eru Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar Kommuna, SSP Ráðgevingin og Politiið, sum skipa fyri 1-1-2 degnum.
Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í 1. flokk í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2. Tiltakið er liður í fyribyrgjandi arbeiðinum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av.
Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum, so sum smáir og stórir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikur.
300 børn og vaksin í Tórshavnar Kommunu verða við til 1-1-2 dagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo