07 Vestur: 07 Vestur hevur tryggjað sær toppskjúttan hjá Vard Haugesund, 24-ára gamla Erling Myklebust, sum kemur til landið í vikuni úr Noreg.
Erling Myklebust hevur verið í Vard Haugesund í 2. deild í Noreg síðan í 2016. Har hevur hann seinastu tvey árini, í 45 dystir, skotið heili 36 mál. Áðrenn Erling skifti til Vard, royndi hann seg í 2 ár í FK Haugesund í bestu deildini, tá bert 18 ára gamal.
Erling er ein hart arbeiðandi, stórur og skjótur álopsleikari, sum trívist best frammanfyri málinum - sum 9-ari, sum tað ofta verður rópt, men kann annars spæla á øllum framrættaðum plássum.
Erling kemur til landið í vikuni og verður í hópinum eftir sóttarhaldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo